Hey, góðan morgun øll somul, eg eri úr Føroyum. Tað líttla landi, uppbygt av høgum fjøllum sum tit heilt vist kenna. Eg havi tó lagt til merkis, at føroyar ikki er serliga kent uttanfyri norðanlondini, í teimum førum havi eg tosa við sera nógv útlensk fólk, sum vanligt ikki kenna til tað, her er eitt dømi um eina samrøðu eg einaferð hevði og samrøðan fyrigongur seg á enskum:
Hello
Hi
Where are you from?
I’m from the faroe islands (og so bíði eg við at spyrja ‘and you’ tí)
The what?
The faroe islands
Ooooh from Egypt like the Pharao
Oh nonono
(so eri eg komin til har sum eg skal fortelja ritið sum nú er brend inní heilan hjá mær)
The faroe islands are located in between iceland and noway, and right above the UK in the middle of the atlantic ocean.
Ja har búgvi eg. Í einari lítlari bygd umringa av grønum fjøllum, bláum havið og ikki minst, einum samfelagi har eg eri uppvoksin og forma til at verða ein partur av.
Sjálvt um Føroyar eru so lítil og tað bert eru eini 54.000 fólk sum búgva har, hava vit eina ríka og spennandi mentan. Vit hava alt frá røstum fiski heilt til føroysk klæðir, ert tú í Føroyum um summarið verður ringt, at missa allar stevnurnar har kappróður er á skránni, har FM finalan verður hildin á Ólavssøku, sum er tjóðarhátíðin í Føroyum. Men tað er nú so, at tað er so gott samband ímillum lond og ymiskar mentanir, at hava fólk ofta lyndi til at takað arðar mentanir til sín enn at varðveita sína egnu.
Hví er tað so vigtugt at kenna tína mentan? Ja tað er ein góður spurningur, við at kenna tína egnu mentan, veist tú hvar tú kemur frá, hvat eygamálið hjá tínum landi er, og tú veitst hvat tú ert formaður av, og har tú ert gjørdur til tann tú ert.
Í sama báti, hví er tað so vigtugt eisini at kenna til arðar mentanir? Tú møtir nokk ofta fólki arðastaðni frá, um tú kennir teirra mentan, kann verða lættari hjá tær, at skilja persónin betri og teirra áskoðan á heimin
Problemi er at tað er ov nógv sum ikki leggja í mentanina hjá sær sjálvum, men hvussu kunnu vit broyta uppá tað?
Sum eitt dømi eru vit øll úr teimum ymisku norðanlondunum, eru vit øll líka? Nei, er ein normaður líka sum ein íslendingur? Nei.
Um vit skulu eyðkenna okkum sum norðurlendingar, mugu vit góðtaka at vit eru ikki eins, og um vit ynskja at varða okkara mentan, mugu vit eisini verða opin fyri at læra um hinar mentaninar, og hettar fer eisini at styrkja okkum meir í norðurlenska felagskapinum.
Tað kunnu vit gera, tað við at vit kunnu læra frá ørðum, spyrja inn til og vita eftir sjálvi. Ein onnur loysn er, at tað verður meira dentur lagdur á tað í skúlunum, har mann kann gera okkurt meira burturúr tí man lærir, tað kann styrkja ynski hjá tær at kenna tína egnu mentan betri, so tú kanst svara uppá spurningar frá øðrum, ella bara vita hvør tú ert og hvaðani tú kemur.
Men hvat kanst tú gera? Tað er so heldugt, at vit eru øll komin til kulturmødet, og her eru fólk úr ymiskum mentanum og tað tú kanst gera er, at fara út og uppliva, læra og ikki minst spyrja spurningar har tú kanst.
Eg vil viðmæla at í kvøld spælir Eivør, hon er ein dugnalig sangarinda úr Føroyum
Eg vil viðmæla at í kvøld spælir Eivør, hon er ein dugnalig sangarinda úr Føroyum
Eg eri Føroyingur, ein partur av norðanlondunum, og eg vóni ígjøgnum vikuna, at vit koma til at læra meir um hvønn annan og mentaninar hjá hvørjum ørðum. Takk fyri meg